Steinstólpa (frøðiheiti Oenanthe oenanthe) kemur á summarmála, søgdu tey gomlu; men ikki er tað á hvørjum ári, hon vinnur fram í rættari tíð. Ei undur í. Um veturin er hon suðuri í heita Afrika, og vegurin haðani er bæði langur og torførur. Fyrsta strekkið gongur lætt, men brátt møtir Miðjarðarhavið. Tó at hon als ikki. sær yvir um tað, kennir hon á sær, hvar ið smalast er, og heldur so á har. Síðani gongur leiðin norður gjøgnum Spania ella Italia, men har er fólkið so illa vant, at tey skjóta smáfuglar, so hon má vara seg væl. Hevur hon bjargað sær norður móti markinum, so møtir annar vandin — hon má upp um fjøllini, og tey eru mangar ferðir hægri og breiðari enn størstu fjøll í Føroyum. Haruppi liggur altíð kavi; ofta slær hann í rok, og tá er ikki tespiligt hjá lítlum fugli — summar stirðna í hel. Er hon vunnin niður hinumegin, so hevur hon makliga ferð eina tíð — slætt land og hampiligt fólk, sum letur smáfugl hava frið. Men so kemur seinasta ódnartakið — hitt breiða havið við sínum misjavna veðurlag. Fáa tær høgættarstorm, so reka mangar burtur av leið og lata lív. Men tær nógvu koma fram — móðar og útstrevaðar, so fyrstu dagarnar er lítið um tær. Tá ið tær eru hvíldar, láta tær so lystiliga, hjartansglaðar um at vera komnar aftur til heimland sítt, tær grýtutu Føroyar.

Steinstólpa


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Muscicapidae
Slekt: Oenanthe
Slag: O. oenanthe
Steinstólpa
Oenanthe oenanthe oenanthe

Grót dámar steinstólpu væl; mest setur hon seg á garðar og varðar ella stórar steinar — og altíð ovast á, tí vítt útsýni vil hon hava. Lætt er at kenna makarnar at. Steggin er blágráur omaná, bøgan morgrá; í neðra eru bæði reydlig, men steggin er bleikari; steggin er svartur um vangan, bøgan bleik. Hon eigur í gørðum og veggjaholum og millum urðagrót. Reiðrið er av grasi, ofta við broddaull, faksi ella fjøður innaní. Eggini eru blá, 6—8 í tali. Eftir 14 døgum eru ungarnir útkomnir. Mest er tað mamman, ið føðir teir; pápin situr stutt frá og kvøður fyri teimum: tsjipp tsjipp jü, sigur hann. Floygdir ungar líkjast mest bøguni, men eru meir illlittir.

Um mikkjalsmessu rýma tey, steggjarnir fyrr, ungar og bøgur seinni.

Sí eisini rætta

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið