Skiathos (grikskt: Σκιάθος) er ein griksk oyggj í Egearahavinum, sum er ein av oyggjunum í oyggjabólkinum, sum nevnist Sporadurnar.

Skiathos Havn, 2004

Skiathos er 64 km², í 2010 var fólkatalið á oynni 5.788. Høvuðsbýurin eitur Skiathos eins og oyggin.

Oyggin hevur ein flogvøll, sum eitur Alexandros Papadiamantis Airport, flogvøllurin eitur eftir rithøvundanum Alexandros Papadiamantis (1851–1911), sum var frá oynni.

Ferðafólk sum ynskja at sigla til oynna, taka eina ferju frá Volos ella Thessaloniki á meginlandinum ella frá oynni Skopelos.

Keldur rætta


Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið