Skellefteå er ein býur í Skellefteå kommunu í Västerbottens län í Svøríki. Skellefteå hevur umleið 32.775 íbúgvar (2010).[1]

Skellefteå.

Søga rætta

Fornfrøðingar hava funnið prógv fyri, at menniskju hava búð í økinum fyri 8000 árum síðan. Hildið verður, at ein býur hevur verið á staðnum síðan umleið ár 1000, og at tað vóru sámar og møguliga eisini finnar, ið búðu har tá. Tann núverandi býurin varð stovnaður í 1845 av sóknaprestinum Nils Nordlander.

Navnið Skellefteå varð í 1327 skrivað sum Skelepht, tó er upprunin fyri hetta navnið ókent.

Keldur rætta

  1. Tätorter 2010

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana