Skansi Offshore (fyrr Supply Service) er ein føroysk flutningsfyritøka, ið er heimahoyrandi í Tórshavn á Skansavegi 7. Talið av starvsfólkum á sjógvi og landi er 135. Fyritøkan arbeiðir innan fleiri øki, eitt nú at veita tænastur til altjóða oljufeløg sum t.d. Statoil, BP og BG. Fyritøkan arbeiðir í Norðsjónum og í Eysturafrika.[1]

Skipaflotin rætta

Skansi Offshore eigur og rekur fimm skip:

  • Eldborg - bygt í 2009 á Fjellstrand AS skipasmiðjuni
  • Saeborg - bygt í 2011 á Havyard í Noregi[2]
  • Sjoborg - bygt í 2012 á Havyard Leirvik í Noregi
  • Torsborg - bygt í 2012 á Havyard Leirvik í Noregi
  • Kongsborg - bygt í 2013 á Havyard Leirvik í Noregi

Heiður rætta

Keldur rætta

  1. "skansi.fo". http://www.skansi.fo/index.php/about-us-mainmenu-62. Heintað 2015-01-04. 
  2. skansi.fo - M/V Saeborg[deyð leinkja]