Sissal Kampmann

føroyskur yrkjari

Sissal Kampmann (fødd 1974), uppvaksin í Vestmanna, er ein føroyskur rithøvundur, eitt skald. Hon hevur higartil (februar 2013) útgivið tvey yrkingasøvn, bæði skrivaði á føroyskum, bæði eru útgivin á Forlagnum Eksil, sum er eitt forlag í Keypmannahavn, sum føroyingar eiga. Í september 2012 fekk hon donsku bókmentaheiðurslønina, sum Danska Akademiið handar: Klaus Rifbjerg debutantvirðisløn fyri skaldskap (Klaus Rifbjergs debutantpris for lyrik). Prísurin verður latin annað hvørt ár fyri eitt yrkingasavn skrivað á donskum, føroyskum ella grønlendskum. Høvundin skal ikki hava útgivið meira enn tvey yrkingasøvn. Fyrsta yrkingasavnið skal verða útgivið innan fyri seinastu tvey árini.[1] Sissal gekk á student í Hoydølum, seinni fór hon í holt við at lesa Norðurlendskar bókmentir á Københavns Universitet. Sissal er systir Ludvík á Brekku, ið hevur myndprýtt yrkingasøvn hennara.[2]

Útgávur rætta

Yrkingasøvn rætta

  • 2016 - Sunnudagsland, Mentanargrunnur Studentafelgasins[3]
  • 2014 - Hyasinttíð, Mentanargrunnur Studentafelgasins[4]
  • 2013 - 4D. Keypmannahavn, Forlagið Eksil.[5]
  • 2012 - Endurtøkur. Keypmannahavn, Forlagið Eksil. (Yrkingar)[6]
  • 2011 - Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini. Keypmannahavn, Forlagið Eksil.[7]

Útgivið á netinum rætta

  • 2013 - Runda borðið er eygað / The round table is the eye, yrking, týtt til enskt hevur Rachel Ward. Útgivið á heimasíðuni Words Without Borders.[8]

Heiðurslønir o.a. rætta

Keldur rætta

  1. Listinblogg.blogspot.dk Heimsins størsta tillukku
  2. listinblog.blogspot.com - Keyp føroyskt, keyp Endurtøkur!
  3. in.fo - Sunnudagsland: Nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann Archived 2016-03-13 at the Wayback Machine, Eirikur Lindenskov, 1. mars 2016
  4. "Sissal KAMPMANN". Transpoesie.eu. http://www.transpoesie.eu/poets/761. Heintað 30 December 2015. 
  5. listinblog.blogspot.com, Nýtt yrkingarsavn hjá Sissal Kampmann: 4D
  6. Forlagideksil.dk
  7. flb.fo Archived 2013-09-27 at the Wayback Machine Hugleiðingar um bókaárið 2011
  8. Wordswithoutborders.org
  9. Kunoy, Annika (23. februar 2017). "Sissal Kampmann tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønirna". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/sissal-kampmann-tilnevnd-nordurlendsku-bokmentavirdisloenirna/. Heintað 23. februar 2017. 
  10. Aktuelt.fo Archived 2013-10-30 at the Wayback Machine Sissal og Hanni fingu starvsløn í eitt ár

Slóðir rætta