Sigri Mitra Gaïni er føroyskur/iranskur/norskur yrkjari og sjónleikari. Hon varð fødd 1975 í Oslo, hevur føroyska mammu og iranskan pápa. Hon vaks upp bæði í Føroyum og Noregi, gekk í fronskum skúla í Noregi, meðan hon búði har. Hon gekk á studentaskúla í Føroyum og er búsitandi í Føroyum.[1] Sigri er dóttir Lív Joensen, abbadóttir Sigurð Joensen og Sigrið av Skarði og langabbadóttir Símun av Skarði, sum yrkti føroyska tjóðsangin Tú altfagra land mítt. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í føroyska/danska filminum Bye Bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir. Sigri spældi leiklutin sum Barba. Filmurin bleiv vístur á fleiri filmsfestivalum uttanlands og vann eisini prísir. Sigri hevur givið fýra yrkingasøvn út, øll eru skrivaði á føroyskum. Í 2004 fekk hon Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Listarligt virksemi rætta

Filmar rætta

Bøkur rætta

Heiðurslønir rætta

Keldur rætta

  1. Samrøða við Bergljót D. Hentze í morgunsendingini hjá Kringvarpi Føroya, Lesikrókurin
  2. MS.fo, Mentunargrunnur Studentafelagsins, Yrkingar

Slóðir úteftir rætta