Samara (russiskt: Сама́ра) er ein býur í Russlandi. Býurin er fyrisitingarligur høvuðsstaður í Samara Oblast. Býurin liggur í landssynnings horni Russlands í tí partinum, sum hoyrir til Europa. Samara liggur við staðið har tvær stórar áir møtast, Volga áin og Samara áin. Í 2010 var fólkatalið í býnum 1.164.896.

Samara

Søga rætta

Í einari ferðafrásøgn, sum Ibn Fadlan skrivaði um 921, verður greitt frá einari niðurseting á staðnum, har áirnar Volga og Samara møtast. Hóast tað, so verður almenna stovnsetingin av býnum Samara ikki tíðarfest fyrr enn í 1586, tá Grigorij O. Zasekin guvernørur, eftir boðum frá russiska tsarinum Fjodori I, læt byggja eitt skansaverk har á staðnum.[1]

Myndir rætta

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 53°13′0″N 50°15′0″E / 53.21667°N 50.25000°E / 53.21667; 50.25000

Keldur rætta

  1. About Samara, samadm.ru