Saladin (føddur 1137 ella 1138, deyður 4. mars 1193; Kurdiskt: Selahaddîn Eyûbî; arabiskt: Salah ad-Din Yusuf Ibn Ayyub; صلاح الدين يوسف ابن ايوب; Salah ad-Din; fulla navn hansara: al-Malik al-Nasir Salah al-Din Abu al-Muzaffer Yusuf ibn Ayyub ibn Shadi[1]) var ein kurdiskur, muslimskur herleiðari, sum grundlegði Ayyubide-ríkið í Egyptalandi og Sýria. Hann er kendur bæði í tí kristna og muslimska heiminum fyri hansara riddaraliga og umsorganarliga atburð undir krossfaratíðini.

Saladin

Hann varð føddur í Tikrit, sum liggur í einum øki sum í dag er í Irak, og gjørdist sultanur yvir Egyptalandi og Sýria.

Keldur rætta

  1. Kurt Villads Jensen: "Politikens bog om korstogene" Politikens Forlag 2005 síða 82

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið