Súsanna Helena Patursson

Súsanna Helena Patursson livdi frá 27. august 1864 til 15. desember 1916. Hon er fødd í Kirkjubø og foreldur hennara vóru kongsbóndi Poul Peder Pedersen (Páll Patursson) (1836-1893) og Ellen Cathrine Djonesen (Elin Dalsgarð) (1840-uml. 1866). Helana var fyrsta føroyska kvinnan, sum er kend fyri at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum og at arbeiða fyri javnstøðu millum kynini. Hon skrivaði fyrsta sjónleikin á føroyskum máli og útgav fyrsta føroyska blað fyri kvinnur, skrivað á føroyskum. Blaðið nevndist Oyggjarnar. Meðan hon búði í Keypmannahavn bar hon so í bandi, at føroyskar kvinnur eisini kundu gerast limir í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, hetta hendi í 1896. Hon var systir Jóannes Patursson og Sverra Patursson. Hon var ógift og átti ongi børn.

Súsanna Helena Patursson 1889.

Helenu Patursson til minnis rætta

HELENA PATURSSON

Hon ynskti sær sól og summar;
tó aldri ta eydnu fann.
Sóttin hom tærdi livsins rót,
og langliga stundin rann.

Hon vildi fegin hjálpa
og benda á beina leið -
men fólkið svav og tað svevur enn,
og verkið eydnaðist ei.

Nú ynskti hon bert at sova,
brotin á legu hon lá. -
Og deyðin, hann kom á vinarhátt,
streyk henni um eygnabrá. -

Og nú er tað hvíld friður. -
Vár móðir í mold teg fjól.
Gleði teg Harrin á evstu stund,
hann gevi summar og sól

(Hans Andrias Djurhuus, 1917)

Útgivið rætta

 
Vikublaðið Oyggjarnar nr. 1 frá 18. apríl 1905

Bókmentir rætta

  • Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá : um skaldskap eftir konufólk 1889-1945. Tórshavn: Føroya skúlabókagrunnur, 1992. - 199 síður
  • Malan Simonsen: Fyri fyrst : Yrkingar, søgur og leikir eftir konufólk 1896-1945. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 1992. - 175 síður.

Útvortis ávísing rætta

Dansk Kvindebiografisk Leksikon