Ríkið Karlamagnusar fór sundur í mong smá fúrstadømi, tá ið hann doyði í 814. Miðevropa og Vesturevropa vóru illa plágað av víkingum, sum herjaðu og rændu, og um somu tíð floymdu ungarnar eisini inn yvir Evropa. Tað tóktist, sum kundi eingin steðga teimum. Otto Mikli (23. november 9127. mai 973) gjørdist kongur í Týsklandi í 936. Í 955 sigraði hann á ungarum í bardaganum við ánna Lech í Suðurtýsklandi. Teir flýddu og hóttu ikki longur Vesturevropa. Sigurin gav honum so stóran myndugleika, at pávin krýndi hann til keisara í 962. Tá varð týska-rómverska keisaraveldið stovnað. Hetta ríkið varir til 1806, tá Napoléon 1. (15. august 17695. mai 1821), keisari í Fraklandi, vinnur á ríkinum.

Ríkið Karlamagnusar (481-814).
Otto von Bismarck
Týskland í 1945-1946.

Tá ið napoleonskríggini vóru av í 1815, vóru mangir týskarar, sum vildu hava eitt sameint Týskland. At sissa teir var ein leyslig ríkjasamgonga stovnað. Royndirnar at savna Týskland í 1848 miseydnaðust. Í 1861 gjørdist Wilhelm 1. (22. mars 17979. mars 1888) kongur í Proyslandi, størsta týska ríkinum. Fremsti politikari hansara, Otto von Bismarck (1. apríl 181530. juli 1898), var sannførdur um, at skuldi Týskland verða savnað við proysum á odda, slapst ikki undan kríggi. Í 1864 leyp hann á Danmark og í 1866 Eysturríki og vann á báðum, og Proysland fekk stór landøki. Síðan royndi hann at vinna norðurtýskarar í sín part við eini frílyntari stjórnarskipanarlóg. Í 1870 eggjaði hann franska keisaranum Napoleoni 3. (20. apríl 18089. januar 1873) at bjóða Proyslandi av í kríggi. Týsku herdeildirnar vunnu lættliga á fraklendingum. Teir tóku Napoleon fanga og løgdu landslutir í Eysturfraklandi undir seg. Í 1871 útnevndi Bismarck Wilhelm kong til týskan keisara.

Týskland byrjaði annað verðins kríggi (1939-1945) - seinni heimsbardagi kom í av ætlanum Hitlers at leggja onnur lond undir Týskland. Týskland gav seg treytaleyst undir teir sameindu 8. mai 1945. Eitt eftirlitsráð undir herovastunum hjá teimum trimum sterkastu sigursveldunum Eisenhower (USA), Montgomery (Bretland) og Sjukov (Sovjetsamveldið) tók valdið í Týsklandi. Týskland varð síðan býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki. Eftir at teir fýra sigursharrarnir, Stóra Bretland, Frakland, USA og Sovjetsamveldið ikki kundu sameinast um framtíðina hjá Týsklandi, vórðu Lýðveldini Vesturtýskland og Eysturtýskland stovnað. Dagsins Týskland varð til, tá londini Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind 3. oktober 1990.

Hygg eisini at rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið