Rupert James Hector Everett (føddur 29. mai 1959) er enskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar, sangari og rithøvundur. Hann fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í 1981, tá hann spældi í sjónleikinum Another Country, sum var framførdur í Greenwich Theatre og sum seinni bleiv spældur inn sum filmur. Hansara leiklutur var at spæla ein samkyndan skúladrong í 1930-unum.[1] Everett er eisini í veruleikanum samkyndur, men varð tað ikki alment fyrr enn nøkur ár seinni. Síðan hevur hann spælt í fleiri filmum, m.a. My Best Friend's Wedding, An Ideal Husband, The Next Best Thing og í Shrek røðini, har hann legði rødd til Prince Charming.[2] Einaferð mitt í 1980-unum royndi hann seg sum sangara og gav út eina plátu við popp sangum, sum bar heitið Generation Of Loneliness. Plátan gjørdist tó ikki nøkur sukse. Hann gav ikki nakað út sjálvur aftur, men hevur sungið backing rødd hjá Madonnu,vinkonu síni, í sangunum "American Pie" og "They Can't Take That Away from Me". Í 2001 sang hann saman við Robbie Williams í útgávuni Swing When You're Winning. Í 1989 flutti hann til París, fyri at skriva skaldsøguna Hello, Darling, Are You Working?. Tað var eftir at hann flutti til París, at hann "kom út úr skápinum" og viðurkendir alment, at hann var samkyndur. Í 1995 gav hann út enn eina skaldsøgu við heitinum The Hairdressers of St. Tropez. Filmskarrieran gjørdist nógv betri seinast í 1990-árunum, tá hann vann heiðursløn fyri sín leiklut í filminum My Best Friend's Wedding (1997), har hann spældi leiklutin sum samkyndi vinurin hjá Juliu Roberts. Í 1999 spældi hann í leiklutin sum besti vinurin hjá Madonnu í filminum The Next Best Thing (tað var eisini í hesum filminum, at hann sang backing rødd í filmslagnum hjá Madonnu "American Pie". Síðan hevur Everett spælt fleiri leiklutir, sum nógv onnur høvdu ynskt at sloppi at spælt, og tað er meir enn so komið fyri, at hann hevur spælt høvuðsleiklutin. Í 1999 spældi hann eisini leiklutin sum tann óndi Sanford Scolex/Dr. Claw í Disney filminum Inspector Gadget við Matthew Broderick.

Rupert Everett, 2007

Keldur rætta

  1. The New York Times review Canby, Vincent, 29. Juni 1984.
  2. Rupert Everett profile IMBd

Slóðir úteftir rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið