Rabindranath Tagore (føddur 7. mai 1861, deyður 7. august 1941) var ein indiskur rithøvundur, komponistur, heimspekingur, málari og tónleikari. Hann vann 1913 Nobelvirðislønina í bókmentum sum tann fyrsti perónsurin úr Asia. Hann er ættaður úr Kolkata og byrjaði at skriva yrkingar longu sum átta-ára gamal. Hann útgav sína fyrsta yrkingasavn í 1877, og fór sum 16-ára gamal í holt við at skriva sína fyrstu skaldsøgu og sjónleikir. Seinni í lívinum stuðlaði hann indiska stríðnum fyri fullveldi og gjørdist vinmaður við Mahatma Gandhi. Hann er skrásettur sum høvundin handan tjóðsangin hjá Bangladesh.

Tagore, umleið 1909.

Bókaútgávur í úrvali rætta

— Allar tær útgivnu bøkurnar eru skrivaðar á Bengali —
      Yrkingar
* মানসী Manasi 1890
* সোনার তরী Sonar Tari 1894
* গীতাঞ্জলি Gitanjali 1910
* গীতিমালা Gitimalya 1914
* বলাকা Balaka 1916
      Sjónleikir
* বালমিকি প্রতিভা Valmiki Pratibha 1881
* বিসর্জন Visarjan 1890
* রাজা Raja 1910
* ডাক ঘর Dak Ghar 1912
* অচলায়তন Achalayatan 1912
* মুক্তধারা Muktadhara 1922
* রক্তকরবি Raktakaravi 1926
      Fagrar bókmentir
* নষ্টনীঢ় Nastanirh 1901
* গোরা Gora 1910
* ঘরে বাইরে Ghare Baire 1916
* যোগাযোগ Yogayog 1929
      Sjálvævisøgur
* জীবনস্মৃতি Jivansmriti 1912
* ছেলেবেলা Chhelebela 1940


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið