Rógvi á Rógvu
Rógvi á Rógvu (føddur 1968) er føroyskur tónleikari. Hann er kendur sum trummuleikari í bólkum sum Terji og Føstufressar, GoGo Blues, Headache Blues Treo, Magnus Johannessen og Lossingarmonnum. Hann býr í Havn saman við konuni Unn Patursson, og saman eiga tey dóttrina Eyðlín. Í 2012 stillaði hann upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldi,[1] hann fekk 130 atkvøður.[2]
Fløguútgávur rætta
Rógvi á Rógvu hevur spælt trummur á nógvum ymiskum tónleikaútgávum.
Headache Blues Treo rætta
Útgávur hjá Headache Blues Treo, har Rógvi spælir trumur:
- 2004 - Mr. Puffman, saman við Una Reinert Debess og Edvard Nyholm Debess
- 2004 - Popplist 3 - Sangurin You in the Night[3]
GoGo Blues rætta
Útgávur hjá GoGo Blues, har Rógvi á Rógvi spælir trummur:
- 2004 - GoGo Blues
- Popplist 4 - sangurin I'm Gone
- 2006 - Face to Face with the Devil
Terji & Føstufressar rætta
- 1990 - Terji & Føstufressar[4]
- 1999 - Komi øll við (Uppsamlingsfløga), sangurin ljóðmynd
- 2010 - Terji & Føstufressar, Tvey
- 2000 - Eyðun og Terji - Eitt nummar...og seytjan onnur (fleiri sangir hjá Terja og Føstufressum eru á hesi uppsamlingsfløguni)
- 2003 - Popp List 2 - sangurin Á ferð til dreymaland
- 2004 - Kvinna - úrvaldir sangir frá føroyskum kvinnum, sangurin Hákunardrongur, sum Rúna á Heygum syngur
- 2005 - Popp List 4, Tutl, sangurin Ljóðmynd
Við Haldurs Café rætta
- 1997 - Fjart í ringrás, Haldurs Café
- 2000 - Tutl2000 - Folk/Ethnic, Tutl, sangurin Fjart í ringrás[5]
- 2002 - Popp List, Tutl
Heiður rætta
- 2005 - Atlantic Music Event - Besti trummusláari
Slóðir úteftir rætta