Phillip Calvin McGraw (føddur 1. september 1950 í Vinita í Oklahoma) er ein amerikanskur sjónvarpsvertur og rithøvundur. Hann er kendur undir navninum Dr. Phil. Sum Dr. Phil er hann vertur fyri sjónvarpsrøðini við sama navnið, har hann veitir gestum, sum oftast hava fleiri avbjoðingar, sálarliga hjálp og bjóðar teimum tilboð um víðari viðger.

Phil McGraw
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. sep 1950 í/á Vinita
Alma mater University of Tulsa, Midwestern State University of Texas, Shawnee Mission North High School
Starv politikari, sálarfrøðingur, høvundur, filmframleiðari, filmsleikari, presenter
Børn Jay McGraw
Mál Enskt mál
Heimasíða http://www.drphil.com/
Dátuheiti
ISNI 0000000114765029
VIAF 85362141
LCAuth n98091209
IMDB nm1114695
Commons Phil McGraw

Barnaár og útbúgving rætta

Phil McGraw varð borðin í heim í Vinita í Oklahoma, 1. september 1950. Foreldur hansara vóru Joseph J. Mcgraw og Anne Geraldine McGraw (Fødd Stevens). Hann hevur tríggjar systrar. Tey vuksu upp í norður Texas, har pápi teirra arbeiddi á eini oljuleið. Saman fluttu pápin og McGraw til Oklahoma, har pápin ynskti at fylgja dreymi sínum, um at gerast sálarfrøðingur. Í 70'árunum gekk Phil McGraw á Midwestern State University. Hann fekk Bachelor prógv í sálarfrøði í 1975. Eftir hetta fór hann í holt við víðari lestur. Í 1976 og 1979 vann hann sær tvær Master útbúgvingar í ávikavist royndar- og kliniskari sálarfrøði.

Yrkisleið áðrenn sjónvarp rætta

Eftir loknan lestur gekk leiðin til Wichita Falls í Texas, har pápin starvaðist sum privatur sálarfrøðingur. Í 1985 gjørdu McGraw feðgarnir eina avtalu við vinnulívskvinnuna Thelma Box. Saman stovnaðu tey felagið "Pathways". Felagið stóð fyri mongum sjálvhjálparskeiðum og fyrilestrum. Eftir 6 ár, í oktober 1991, seldi Phil McGraw sín lut í fyritøkuni fyri 325.000 dollarar.

Í 1990 setti Phil McGraw á stovn fyritøkuna Courtroom Sciences Inc. (CSI). Hetta varð gjørt í felag við ein sakførara nevndur Gary Dobbs. McGraw og Dobbs bjóðaðu ráðgeving til sakførarar. Hetta var gjørt við at eftirlíkna rættarsakir. Tá sakirnar vóru lidnar, vísti McGraw sakførarunum á, hvat teir gjørdu gott, og hvat teir gjørdu minni gott. Tað var í samband við virksemi sítt við CSI, at McGraw hitti Oprah Winfrey.

Yrkisleið í sjónvarpi rætta

Oprah Winfrey og The Dr. Phil Show rætta

Í 1995 leigaði Oprah Winfrey Courtroom Sciences, at hjálpa sær við fyrireikingunum til rættarsakina Texas Beef Group v. Winfrey. Sambært ákarunum skuldi Winfrey, í einum parti av sending sínari, har samrøðan kom inná neytagalskap (Bovine Spongiform Encephalopathy), sagt: Kýr eru plantuátarar. tær skulu ikki eta aðrar kýr... Hetta fær meg til aldrin at eta ein burgara aftur.

Hóast hetta ikki var fyrstu ferð, at slík orð skaptu øsing hjá bøndum og elvdu til rættarsakir, fekk júst hendan sakin nógva umtalu í miðlunum. Ákærandi parturin vildi vera við, at viðmerkingin hjá Winfrey hevði stóra neiliga ávirkan á inntøkurnar hjá bøndum sum heild.

Nevningatingið kom ásamt um, at viðmerkingin hjá Winfrey so at siga onga ávirkan hevði á vinnuvegin hjá bøndunum. Winfrey gav McGraw allan heiðurin fyri, at sakin at enda varð vunnin í 1998. Stutt eftir hetta, varð McGraw boðin við í sendingina hjá Oprah sum gestur. Oprah Winfrey dámdi McGraw so mikið væl sum gest, at hon bjóðaði honum sín egna lut í sendingini í apríl í 1998. Hvønn týsdag veitti hann góð ráð, í samband við parløg og lívsførslu.

Í 2002 setti Phil McGraw á stovn Peteski Productions, og byrjaði sína egnu sending undir heitinum Dr. Phil. Sendingin verður framleid av Harpo Studios, sum Oprah Winfrey setti á stovn. Sendingin er skipað sum ein ráðgevandi sending, har Phil McGraw viðger eitt nýtt evnið fyri hvørja sending, og veitir ráðgeving og tilboð um víðari viðgerð til gestir sínar. Sambært avtaluni millum Phil McGraw og útbýtarin av sendingini, King World Productions, tjenar McGraw 15 milliónir USD um ári. (103 milliónir dkk.)

Privatlív rætta

McGraw giftist ið fyrstu konu síni, Debbie Higgins McCall, í 1970, tá hann var 20 ára gamal. Sambært konuni var McGraw ráðaríkur, og vildi ikki, at hon blandaði seg uppí virksemi hansara. Víðari hevur hon sagt, at hon var avmarkað til húsligt arbeiði, og at hon eftir boðum frá McGraw, skuldi byrja at lyfta vektir. Hetta fyri, at økja um støddina á bringumátið sínum. Eftir ákærur um, at McGraw var henni ótrúgvur, fór parið hvør til sítt.

Í 1973, meðan arbeiðið við hjúnaskyldnaðinum enn var í gongd, hitti McGraw Robin Jo Jameson. Tey gjørdust par, og giftust í 1976. Saman eiga tey tvey børn, Jay og Jordan McGraw.

Phil McGraw hevur prógv sum pilotur, við loyvið at stýra ein motors flogførum.