PAME' (stytting fyri Protection of the Arctic Marine Environment) er arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum. Arbeiðsbólkurin fyri vernd av arktiska havumhvørvinum, PAME, varð stovnaður í 1991. PAME hevur skrivstovu í Akureyri í Íslandi. Arbeiðið í PAME snýr seg um vernd av arktiska havumhvørvinum. PAME hevur sum arbeiðssetning at meta um, hvørt millumtjóða sáttmálar og aðrar reguleringar eru nøktandi fyri at verja arktiska havumhvørvið og at gera tilmæli um, hvat kann verða gjørt fyri, at betra um umsitingina av arktiska havumhvørvinum. Hetta er eisini endamálið við t.d. verkætlanini "Arctic Ocean Review", sum PAME fór undir í 2009. Málið er at gera eitt yvirlit yvir, hvørjir sáttmálar og umsitingaravtalur eru galdandi fyri havið í Arktis. Við støði í hesum verður tilmæli gjørt um, hvat skal gerast fyri at styrkja verndina av arktiska havumhvørvinum.

Ein onnur verkætlan undir PAME samstarvinum er "Arctic Marine Shipping Assessment" (AMSA). Hendan frágreiðing varð góðkend og almannakunngjørd á ráðharrafundinum í 2009 í Tromsø. AMSA frágreiðingin lýsir verandi skipaferðslu og metir um væntaðu skipaferðsluna í arktiska økinum. Við støði í hesum eru gjørd seytjan tilmæli um, hvat eigur at vera gjørt fyri at tryggja, at økta skipaferðslan í arktiska økinum verður so burðardygg og trygg sum gjørligt. PAME hevur, í samstarvi við limalondini og hinar arbeiðsbólkarnar í Arktiska Ráðnum, sett skjøtul á eina tilgongd, sum skal tryggja, at tilmælini verða sett í verk.

Umboð fyri Umhvørvisstovuna hava luttikið á fundum og virkseminum í PAME. Hendan luttøkan hevur tó verið rættuliga óstøðug seinastu árini, orsakað vantandi fígging. Umhvørvisstovan fylgir kortini, í tann mun orkan loyvir tí , við í virkseminum hjá PAME.

Sí eisini rætta

Kelda rætta