Oussama Mellouli (føddur 16. februar 1984) er tunesiskur svimjari, hann svimur frísvimjing og blandað. Hann hevur kelinavnið Ous. Mellouli venur í USA við USC Trojans á lærda háskúlanum í Suður Kalifornia (University of Southern California).

Oussama Mellouli

Lívsleiðin í altjóða svimjing rætta

Mellouli hevur sett afrikanskt met. Í 2009 gjørdist hann heimsmeistari í 1500 metrum frí á Heimsmeistarastevnuni 2009 í Italia við tíðini 14:37.28.[1] Føroyski Pál Joensen svam eisini í somu kapping, hann gjørdist nummar 17.[2] Mellouli vann tvey silvur heiðursmerki í somu heimsmeistarakapping í 800 metrar frí og 400 metrar frí. Hann vann gull í 1500 frí á summar Olympiaduni í 2008. Mellouli vann heiðursmerki í 2007, men seinni misti hann tey, tí altjóða svimjisambandi fann útav, at roynd varð tikin av Mellouli í 2006, og at henda royndin var positiv, tvs. at Mellouli hevði nýtt eitt ólóligt doping evni. Svimjisambandi í Tunesia valdi tó bert at geva honum ávaring, men FINA vildi hava harðari revsing, so málið fór til CAS dómsstólin (Court of Arbitration for Sport), og soleiðis endaði tað við, at heiðursmerkini, sum Mellouli vann í 2007 vóru tikin frá honum. Sí annars yvirlitið niðanfyri yvir nøkur av týdningarmiklastu úrslitunum hjá Oussama Mellouli.

Heiðursmerki og onnur úrslit á altjóða svimjistevnum rætta

  • 2010 Heimsmeistara svimjikapping í Dubai á stuttgeil - vann gull í 1500m frí[3], silvur í 400m blandað og bronsu heiðursmerki í 200m og 400m frí[4] og 200m frí.
  • 2009 Heimsmeistara svimjistevna - 1 gull (1500 m frí) og 2 silvur heiðursmerki (400m frí, 800m frí)
  • 2009 Miðalhavs Meistarastevna í Svimjing (Mediterranian Games) - Mellouli vann 5 gull heiðursmerki, tað var í 200 m og 400 m blandað og í 200 m, 400 m og 1500 m frí.
  • 2008 Summar OL - gull (1500 m frí)
  • 2007 Heimsmeistara svimjistevna — úrslitini hjá Mellouli eru nullstillaði vegna positiva doping roynd.
  • 2005 Heimsmeistara svimjistevna - bronsu heiðursmerki (400m blandað og 400m frí)
  • 2004 Summar OL - fimtapláss (400 m blandað)
  • 2004 FINA Heimsmeistara svimjistevna á stuttbana - bronsu (200 m blandað)
  • 2004 FINA Heimsmeistara svimjistevna á stuttbana - gull (400 m blandað)
  • 2003 Heimsmeistara svimjistevna - bronsu heiðursmerki (400 m blandað)

Keldur rætta

  1. "Omegatiming.com". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/Roma2009/C73A1_Res1Heat_137_Finals_1_Men_1500_Free.pdf. Heintað 2010-12-17. 
  2. "Omegatiming.com". http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/Roma2009/C74A_ResSummary_37_Heats_Men_1500_Free.pdf. Heintað 2010-12-17. 
  3. Omegatiming.com
  4. Omegatiming.com, 10th FINA WORLD SWIMMING CHAMPIONSHIPS (25M) 2010, Men's 400m Freestyle.

Útvortis ávísingar rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið