Nina Hagen (f. Catharina Hagen 11. mars í 1955) er ein songkvinna úr Týsklandi. Nina Hagen er upprunaliga úr gamla Eysturtýsklandi. Hon gjørdist kend í sjeytiárunum. Fyrst sum slagarasongkvinna. Men seinni skifti hon stíl, og síðst í sjeytiárunum og øll áttatiárini var hon rættiliga nógv frammi sum punksangari. Seinastu árini hevur henni eydnast rættiliga væl at syngja big band tónleik.

Nina Hagen í Aalborg 11. oktober 2003.

Hon er kend um allan heim sum punkrokk songkvinna við stórfingnum og ógvusligum pallframførslum sum vørumerki. Hagen hevur fyrr fingist við hinduismu og trúgv á UFO, men hon er nú sannførd um, at hon hevur funnið andaliga heim sítt í Jesusi. Hesum greiðir hon frá í samtalu við týsku avísina Bild.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið