Niels Juel Mortensen

Niels Juel Mortensen (føddur 13. februar 1860 á Tvøroyri, deyður 17. oktober 1929) var ein føroyskur keypmaður, reiðari og politikari.

Niels Juel Mortensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 13. feb 1860 í/á Tvøroyri
Andaðist 17. okt 1929 í/á Keypmannahavn
Deyðsorsøk cerebral hemorrhage
Starv reiðari, politikari, keypmaður
Børn Edward Mitens
Foreldur faðir Johan Mortensen
Dátuheiti

Hann var sonur keypmannin Johan Mortensen, faðir sakføraran Edward Mitens og abbi dómaran Niels Ole Mitens. Tá ið familjufyritøkan á Tvøroyri varð endurstovnað til A/S J. Mortensens Eftf. í 1889, gjørdist Niels Juel Mortensen handilsfyristøðumaður og medeigari saman við báðum beiggjunum.[1]

Hann fór úr fyritøkuni og stovnaði sína egnu keypmanna- og reiðarafyritøku A/S N.J. Mortensen, á Tvøroyri í 1911.[2] Í 1918 hevði fyritøkan 18 skip og deildir í Vági, Hovi, Hvalba, Vestmanna og á Viðareiði, og útflutti klippfisk til Danmarkar, Spania og Ongland.[3]

Niels Juel Mortensen varð valdur inn á Føroya Løgting í Suðuroyar valdømi frá 1901–1905[4] og var formaður í sóknarstýrinum í Froðbiar sóknarstýri frá 1910.[3] Mortensen hevði eisini álitisstørv í Føroya Banka, Suderø Fiskeriforsikring og A/S Færøernes Ophalingsbeding.[3]

Keldur rætta

  1. "Officiel fortegnelse over danske skibe med kendingssignale" (in danskt). Museet for Søfart. http://www.mfs.dk/sites/default/files/documents/Stockholm-Thorvaldsen.pdf. Heintað 18. juli 2014. 
  2. Thomsen, Hans (1986). 75 ára minningarrit. P/f N.J. Mortensen 1911-1986 (in føroyskt). Tvøroyri. 
  3. 3.0 3.1 3.2 Patursson, Sverre (1918). Fra Færøernes næringsveie i tekst og billeder. Med historisk oversigt (in danskt). Kristiania: Aktieforlaget Johannes Hanche. p. 60. 
  4. Dahl, Árni (2002). "Niels Juel Mortensen". Løgtingið 150 – Hátíðarrit 2. Tórshavn: Løgtingið. p. 320. Archived from the original on 2006-09-27. Retrieved 2016-05-24.