Mormonarar (alment enskt heiti The Church of Jesus Christ of Latter-day Saints) eru ein amerikonsk sekt frá 1830. Stovnarin æt Joseph Smith. Sektin er ein blandingur av jødiskum-kristnum karakteri. Í fyrstuni lærdi og praktiseraði sektin, at menn kundu hava fleiri konur. Tað er ikki galdandi longur.

Mormonararnir hava ein dátugrunn yvir allar deyðar borgarar í USA.

Næstan tríggir fjórðingar búgva í Utah. Í Danmark eru umleið 2.000 limir.