Mission Aviation Fellowship

Mission Aviation Fellowship (MAF), er ein altjóða missiónsfelagsskapur, sum flýgur kring knøttin við heilivági, neyðhjálp, sjúkrarøktarum, læknum, sjúklingum, trúboðarum og evangelistum.

Av tí at MAF nýtir flogfør, ber teimum til at røkka fjarskotnum økjum, sum kunnu liggja bæði í oyðimørk og frumskógi. Hvørt fimta minutt lættir eitt flogfar hjá MAF onkustaðni í heiminum, so virksemi er umfatandi.

Útvortis ávísing rætta