Menorka er ein oyggj í Miðjarðarhavinum. Hon er eystasta og norðasta oyggin av Balearoyggjunum. Hesin oyggjabólkur hoyrir politiskt til Spania.

Menorka
Flaggið

Menorka er næststørsta oyggin í bólkinum, næst eftir Mallorka. Víddin av oynni er 702 ferkilometrar og her búgva umleið 91.000 fólk. Høvuðsstaðurin eitur Maó (ella Mahón). Hann hevur umleið 28.600 íbúgvar. Størsti býur er Ciutadella við 29.000 íbúgvum. Hægsta punktið á oynni eitur "Monte Toro". Tað er 358 metrar yvir havinum.

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta