Lionel Andrés Messi (føddur 24. juni 1987) er ein argentinskur fótbóltsleikari, sum spælir fyri Amerikanska felagið Inter Miami CF og A-landsliðið hjá Argentina. Í 2007 varð hann tilnevndur FIFA World Player of the Year saman við Kaká og Cristiano Ronaldo, Messi gjørdist nummar tvey. Í 2008 gjørdist hann eisini nummar tvey. Í 2009 varð hann fyri triðju ferð tilnevndur FIFA World Player of the Year og hesaferð vann hann og kann tí sigast at vera heimsins besti fótbólts spælari í 2009. Tann 5. august í 2021 boðaði felagið, sum Lionel Messi hevur havt tilknýti til í 21 ár, Barcelona F.C., at felagið ikki megnaði at gera nýggjan sáttmála við hann.

Lionel Messi
Persónlig kunning
Fult navnLionel Andres Messi
Føðingardagur (1987-06-24) 24. juni 1987 (aldur 36)
FøðistaðurRosario, Argenitna
Hædd1,70 m (5 ft 7 in)
PlássÁlopsleikari/Vongur
Kunning um feløg
Núverandi felag
Inter Miami CF
Nummar10
Ungdómsyrkisleið
1995–2000Newel old Boys F.C.
2000–2003Barcelona F.C.
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2004–2021Barcelona F.C.520(474)
2021–2023PSG74(32)
Landslið
2004–2005Argentina U2018(14)
2007–2008Argentina U235(2)
2005–Argentina178(106)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only.
† Dystir (Mál).

Met rætta

Í heiminum rætta

Evropa rætta

  • Flest mál skoraði í einari sesong (landskapping): 73 mál
  • Flest mál skoraði í einum ári (landskapping): 79 mál
  • Flest mál skoraði í einum evropeiskum steypakappingarári (sesong): 14 mál (hetta metið deilir hann við José Altafini)
  • Flestar heiðurslønir fyri evropeiskar steypakappingar: 4 (hetta metið deilir hann við Gerd Müller)
  • Toppskorari í einum evropeiskum steypakappingardysti: 5 mál (hetta metið deilir hann við 10 aðrar leikarar)

Argentina rætta

  • Flest mál skoraði í einum ári (landsliðið): 12 mál (hetta metið deilir hann við Batistuta)

Spania rætta

  • Flest mál skoraði í La Liga í einari sesong: 50 mál
  • Flest La Liga hat-tricks í einari sesong: 8 hat-tricks
  • Flest mál skoraði í Supercopa de España: 10 mál
  • Flestir La Liga dystir í rað, har mál varð skorað: 11 dystir

Barcelona rætta

Dagført 30. januar 2013

  • Toppskorari í almennum kappingum: 297 mál
  • Topskorari í La Liga: 202 mál
  • Topskorari í UEFA Champions League: 56 mál
  • Topskorari í evropeiskum kappingum: 57 mál
  • Topskorari í altjóða kappingum: 61 mál
  • Flest hat-tricks yvirhøvur í FC Barcelona: 22 hat-tricks]]
  • Flest La Liga hat-tricks yvirhøvur: 16 hat-tricks

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið