Li Bai (701762), eisini kendur sum Li Po, var ein kinesiskur yrkjari sum frá tíðini tá hann livdi líka til í dag verður sagdur at vera ein serstakur og romantiskur persónur, sum førdi siðbundna poetiska formin til nýggjar hæddir.

Li Bai, málningur eftir Liang Kai

Hann og vinur hansara Du Fu (712–770) vóru teir mest framstandandi persónarnir í tí blómandi kinesiska skaldskapinum miðskeiðis í Tang-rríkinum, í tí tíðarskeiðnum, sum ofta verður nevnt "Gulløldin í Kina".

Umleið túsund yrkingar, ið Li Bai sigst hava yrkt eru varveittar, av teimum eru 34 í kanon-skriftasavninum frá 18. øld Trýhundrað Tang yrkingar. Søgninsigur, at hann druknaði, tá ið hann lenaði seg úr sínum báti fyri at fevna spegilsmyndina av mánanum í ánni, men datt útí og druknaði.

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið