Leopardurin (frøðiheiti Panthera pardus) vigar eini 60 kg og er um 1,5 metrar langur. Leopardar fáa lagað seg til ymiskar umstøður, kunnu vera í heitum, slavnum skógum eins og í køldum fjallalíðum. Eisini halda teir til tætt við býir og bygdir, t.d. í Afrika. Leopardurin klívur ofta í trøum. Mangan liggur hann uppi á greinum og svevur, hvílir seg ella lúrir eftir fongi. Leopardur dregur stundum dýraleivdir upp í trøini, so ræátarar ikki taka tær.

Tá ið ketta tekur djór ella klívur upp í træ, nýtir hon tær hvøssu klørnar. Labbavøddarnir spenna klørnar út úr labbunum.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið