Løgtingsvalið 1998

Løgtingsvalið 1998 varð hildið hin 30. apríl 1998. Valið var tað higartil besta nakrantíð hjá Tjóðveldisflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur á Tingi og fekk eina framgongd við meira enn 10 prosent (og heili fýra tingmenn/kvinnur). Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fóru báðir framm við tveimum tingfólkum hvør. Harafturímóti misti Sambandsflokkurin tvey tingfólk, meðan Kristiligi Fólkaflokkurin (Framburðsflokkurin) og Verkamannafylkingin fingu ein so dyggan smeit, at ongin teirra nakrantíð stillaði upp aftur til val. Valið slóðaði vegin fyri fyrru stjórnini hjá Anfinni Kallsbergs, sum var ein samgonga við hesum flokkum: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.

Úrslit rætta

  • Atkvøðurætt høvdu: 31 609
  • Upptaldar atkvøður: 27 876
  • Valluttøka: 88,2 %
Flokkur Atkvøður Prosent Tingfólk
1998 +/− 1998 +/− 1998 +/−
Tjóðveldisflokkurin 6 584 +3 083 23,8 +10,1 8 +4
Javnaðarflokkurin 6 063 +2 145 21,9 +6,5 7 +2
Fólkaflokkurin 5 886 +1 795 21,3 +5,3 8 +2
Sambandsflokkurin 4 995 −991 18,0 −5,4 6 −2
Sjálvstýrisflokkurin 2 116 +677 7,6 +2,0 2 0
Miðflokkurin 1 125 −366 4,1 −1,7 1 −1
Kristiligi Fólkaflokkurin 698 −908 2,5 −3,8 0 −2
Verkamannafylkingin 215 −2 206 0,8 −8,7 0 −3
Tilsamans 31 601 100,0 32

Slóðir úteftir rætta