Løgtingsvalið 1994

Løgtingsvalið 1994 varð hildið hin 7. juli 1994. Fleiri nýggir flokkar stillaðu upp fyri fyrstu ferð: Frælsisfylkingin, Hin Føroyski Flokkurin, Miðflokkurin og Verkamannafylkingin. Í alt vóru tað 10 listar, sum enn er met í føroyskum løgtingsvalum. Tey flestu av teimum gomlu flokkunum gingu nógv aftur, av tí at Føroyar varð rakt av svárari kreppu, sum aftur var orsøk til, at eitt nú Verkamannafylkingin varð sett á stovn. Ein bankavtala við Danmark førdi til at Sambandsflokkurin fekk frammgongd, meðan Javnaðarflokkurin, sum hevði sitið í samgongu minkaði við einari helvt.

Úrslit rætta

Flokkur Atkvøður Prosent Tinglimir
1994 +/− 1994 +/− 1994 +/−
Sambandsflokkurin 5 986 +619 23,4 +4,5 8 +2
Fólkaflokkurin 4 091 −2 143 16,0 −5,9 6 −1
Javnaðarflokkurin 3 918 −3 837 15,4 −12,1 5 −5
Tjóðveldisflokkurin 3 501 −677 13,7 −1,0 4 0
Verkamannafylkingin 2 421 +2 421 9,5 +9,5 3 +3
Kristiligi Fólkaflokkurin 1 606 −75 6,3 +0,4 2 0
Miðflokkurin 1 491 +1 491 5,8 +5,8 2 +2
Sjálvstýrisflokkurin 1 438 −1 051 5,6 −3,2 2 −1
Hin Føroyski Flokkurin 616 −50 2,4 +0,1 0 0
Frælsisfylkingin 487 +487 1,9 +1,9 0 0
Totalt 25 555 100,0 32

Slóðir úteftir rætta