Krea er ein føroysk lýsingarfyritøka í Runavík, ið varð stovnað í 2003. Fyritøkan hjálpir stovnum og virkjum við teirra marknaðarføring. Arbeiði teirra fevnir um alla grafiska sniðgevan, hetta inniheldur bæði búmerkir, heimasíður, lýsingar og eisini prentlutir. Endamálið hjá Krea er at nøkta tann vaksandi tørvin hjá einstaklingum og virkjum innan internettænastur.

Krea varð stovnað í 2003 av Egil Olsen, Oddmar Suna Olsen, Eyðun Anthoniussen og Bárður Hammer og hava teir átt fyritøkuna frá 2003 til 2015, tá ið fyritøkan var seld til nýggjar eigarar. Nýggju eigararnir eru Reimund og Jaspur Langgaard og Kajsten Højgaard. Kajsten hevur starvast sum forritari í fyritøkuni øll árini. Jaspur Langgaard er nýggjur stjóri í felagnum.

Hjá Krea starvast í 2016 tíggju fólk.

Keldur rætta

Leinkjur úteftir rætta