Konservatisma (ella afturhaldssinnaður) er ein politisk hugsjón ella samfelagsfatan ið vil varðveita samfelagsskipanina sum er. Hugsanin um at tað verandi er nóg gott og at broytingar eru óneyðugar. Allar broytingar skulu koma so líðandi. Vit seta ofta konservatismu saman við tjóðskaparligan siðaarv og sterka landsverju. Konservatisman kom at viga upp ímóti frælsishugsjónunum í fronsku kollveltingini. Konservatisma leggur dent á varðveitslu av samfelagsskipanini og siðbundnum virðum. Konservatisma er í stóran mun grundað á liberalismu.

Sarah Palin og John McCain í Fairfax, Virginia í 2008.

Politiskir flokkar rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið