Katrin Ottarsdóttir

føroyskur leikstjóri, leikrithøvundur, sjónleikari og rithøvundur

Katrin Ottarsdóttir (f. 22. mai 1957 í Tórshavn) er føroyskur leikstjóri, leikrithøvundur, sjónleikari og rithøvundur.

Katrin Ottarsdóttir (2007)

Lívsleið rætta

Í 1976 flutti hon til Danmarkar, har hon nam útbúgving á Den Danske Filmskole. Í 1982 var hon fyrsti føroyingur, sum hevði lokið útbúgving frá Danska Filmskúlanum, hon gekk í sama flokki sum Lars von Trier.[1] Við sínum 11 filmum fyllir hon nógv í føroyskari filmssøgu. Í 1989 kom fyrsti spælifilmur hennara, sum eisini var fyrsti spælifilmur, sum var gjørdur av føroyskum leikstjóra, gjørdur í Føroyum og har tosað var føroyskt. Aðrir filmar hava verið upptiknir í Føroyum áður, men av útlendskum filmleikstjórum. Filmurin vann 1. virðisløn á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck. Sama prísin vann hon eisini fyri filmin Bye Bye Blue Bird, sum var ein road-movie á 85 minuttir. Hin 11. september 2014 varð filmur hennara Ludo frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er upptikin heima á Sandi og snýr seg um eina 11-ára gentu, sum er fangað millum myrku, deprimeraðu sálina hjá mammuni og passivitetin hjá pápanum. Dóttir hennara, Hildigunn Eyðfinnsdóttir spælir leiktlutin sum mamman. Filmurin er sjálvbiografiskur.

Í 2011 debuteraði hon sum skald, fyrst tá hon gav út nakrar yrkingar í tíðarritinum Vencili nummar 9 í juni 2011,[2] og síðan tá hon gav út sítt fyrsta yrkingasavn á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2012.[3] Yrkingasavnið hevur heitið Eru koparrør í himmiríki? Í 2013 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri hetta yrkingasavnið. Í 2015 útgav hon yrkingasavnið Messa fyri einum filmi. Árið eftir útgav hon sítt fyrsta stuttsøgusavn, tað hevur heiti Aftanáðrenn, tað er eisini útgivið í danskari týðing. Í 2018 útgav Forlagið Torgard 43 bagatellir, ið er stuttprosa. Bókin er eisini útgivin á donskum og íslendskum. Í 2020 útgav Sprotin fyrstu skaldsøgu hennara, skaldsøgan hevur heiti Gentan í verðini.

Í 2014 fekk Katrin Sømdargávu landsins, ið er 20.000 krónur árliga restina av lívinum. Í 2018 fekk hon trý-ára listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins.[4]

Filmar rætta

 
Ludo var framsýndur í Norðurlandahúsinum hin 11. sep. 2014.

Bókaútgávur rætta

Heiður rætta

  • 2018 - 3-ára listafólkaløn frá Mentamálaráðnum.
  • 2014 - Sømdargávu Landins (árlig sømdargáva)
  • 2013 - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki
  • 2007 - Fekk 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, sum hon brúkti til at gera eina trilogi av filmsportrettum yvir tríggjar føroyskar listarmenn: Um myndahøggaran Hans Paula Olsen (2008), um skaldið og listamannin Tórodd Poulsen (2008) og um rithøvundan og skaldið Jóanes Nielsen (2009).
  • 2000 - Vann Tiger Award á altjóða filmfestivalinum í Rotterdam. Dóttir Katrina, Hildigunn Eyðfinnsdóttir (fødd 1975) spælir høvuðsleiklutin í filminum.
  • 2000 - Vann Áskoðaravirðislønina og Virðislønina hjá ungdómsdómsnevndini á fronsku filmsstevnuni Festival du film nordique í Rouen.
  • 2000 - Fekk Heiðurliga umtalu frá Økumenisku Dómsnevndini á altjóða filmsstevnuni í Mannheim-Heidelberg í Týsklandi.
  • 1999 - Vann 1. virðisløn fyri filmin Bye bye bluebird á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck.
  • 1989 - Vann 1. virðisløn fyri filmin Atlantic Rhapsody á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck.

Keldur rætta

  1. "in.fo, Samrøða: At koma heim til sín sjálvs". http://www.in.fo/news-detail/news/samroeda-at-koma-heim-til-sin-sjalvs/. Heintað 2014-05-17. 
  2. Vencil.wordpress.com Fremmandu orðini avdúka aldri alt
  3. Hnj.fo Archived 2013-09-22 at the Wayback Machine Eru koparrør í himmiríki
  4. Nolsø, Sólvit Emilsson (16. oktober 2018). "Trý listafólk fingu listafólkaløn". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/greinar/2018/10/16/try-listafolk-fingid-listafolkalon. Heintað 7. februar 2021. 
  5. Ludo
  6. Um filmin Ludo á Facebook
  7. Aktuelt.fo, Føroyskur filmur á netinum[deyð leinkja]
  8. Akas.imdb.com Archived 2013-09-29 at the Wayback Machine (The Internet Movie Database) Katrin Ottarsdottir
  9. "Gentan í verðini". Sprotin. https://sprotin.fo/products/979/gentan-i-verdini?_l=fo. Heintað 7. februar 2021. 
  10. "Aftanáðrenn (pappírsbók) - Katrin Ottarsdóttir". Sprotin. http://sprotin.fo/?p=products&_sp=product&_ProductFilterIds=&_ProductId=743. Heintað 24. september 2016. 
  11. "Hnj.fo". http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewbog2&ID=2619. Heintað 2013-03-01. 

Slóðir úteftir rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið