Katarina Mikla

Russisk zarinna

Katarina Mikla (2. mai 1729 – 17. november 1796) gjørdist zarinna í Russlandi í 1762, tá ið hon hevði sett mann sín Pætur 3. frá. Hon var gløggur og ágrýtin valdsharri, og skal hava verið ávirkað av fronsku upplýsingarheimspekingunum Montesquieu og Voltaire. Tað, sum var henni fremst í huga, var at vaksa um Russland, menna tað handil og ídnað, at bøta um stýrisskipanarviðurskiftini í landslutunum og skúlaverkið, serliga so at konufólk kundu ganga í skúla. Katarina Mikla var eisini rithøvundur, og hon stuðlaði bókmentum, blaðútgávu, list og evropeiskari mentan sum heild. Atfinningarnar ímóti henni eru mest, at hon læt lívognarskipanina standa við og tók undir við at býta Pólland sundur. Størsta bragd hennara var, at hon helt fram við aðalsetningi Pæturs Mikla at menna Russland til máttmikið ríki.

Katarina Mikla hevði óavmarkað vald í 1762-1796.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið