Joseph Schumpeter (8. februar 18838. januar 1950) var ein eysturrískur búskapar- og stjórnmálafrøðingur. Eitt, sum hann er kendur fyri, er, hvussu hann lýsir fólkaræðið. Fólkaræðið er tað, at mann fer a val og ikki meir enn tað. Sambært Schumpeter fer veljarin ikki á val og velur út frá tí, sum mett verður at føra við sær tað felags besta. Harafturímóti velur veljarin út frá tí, sum er best, men einans fyri hann sjálvan. Tann sum verður mest hoyrdur og sæddur verður valdur, og tað er sjálv maktin, sum fólkaræðið snýr seg um.

Joseph Schumpeter

Fólkaræðið rætta

Scumpeter setti spurnartekin við ta klassisku doktrinuna, sum hann málbar seg. Har fólkaræðið er ein mannagongd, sum fær veljaraskaran at fata, hvat tað felags besta er, og politikararnar at útinna tað. Schumpeter metti hetta vera veruleikafjart. Lítla vitanin hjá fólkinum um evnini ger tað lætt hjá politikarum, sum seta dagsskránna, at manipulerað við fólk. Hinvegin ynskti Schumpeter eitt model, har fólkaræðið er ein mekanisma fyri kapping, júst sum bygnaðurin á einum marknaði er tað. Sjálvt um fólkið fer á reglulig val og gevur stjórnini eksistensgrundarlag, so er tann skipaði politikkurin mettur sum politikkur hjá stjórnini og ikki viljin hjá fólkinum. Leikluturin hjá tí einstaka er serstakliga avmarkaður.

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið