John Locke (29. august 1632 - 28. oktober 1704) var bretskur heimspekingur og lækni. Høvuðsverk hansara, An Essay Concerning Human Understanding frá 1690, verður roknað sum inngangurin til upplýsingartíðina.

John Locke

Fólkaræðið rætta

John Locke tosaði um ein hátt fyri fólkaræði, sum kann kallast verndarliberalisma. Staturin er ein ramma, sum skal tryggja borgarunum frælsi at velja í samfelagnum. Hugsanarhátturin er her, at menniskjað gott kann menna seg sjálvt. Í mótsetning til sjónarhornið hjá John Stuart Mill, so er endamálið við fólkaræðinum at tryggja, at borgarin hevur rúm til at menna seg í, uttan at tað skal vera nøkur uppíblanding í menningini. Verndarliberalisma er mett at hava við sær "negativt frælsi".



 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið