John Bunyan (28. november 162831. august 1688) var kristin enskur høvundur og prædikumaður. Hann var føddur í Harrowden nærhendis Bedford í Onglandi. Hann skrivaði m.a. skaldsøguna The Pilgrim's Progress, sum Victor Danielsen týddi til føroyskt undir heitinum Pílagrímsferðin. Henda bók verður roknað sum kanska fyrsta veruliga skaldsøgan. Eisini ein onnur bók eftir John Bunyan, Hin heilagi bardagin, er á føroyskum í týðing Victor Danielsens.

John Bunyan


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið