Jens Stoltenberg
Føddur 16. mars 1959
Oslo, Noregi
Útbúgving Cand.oecon.
Flokkur Arbeiðaraflokkurin
Álitisstørv
1993– Stórtingsmaður
1993–1996 Vinnu- og orkuráðharri
1996–1997 Fíggjarráðharri
2000–2001 Forsætisráðharri
2005–2013 Forsætisráðharri


Jens Stoltenberg (føddur 16. mars 1959 í Oslo) var forsætisráðharri í Noregi frá 2005 til 2013. Eisini forsætisráðharri 2000–2001. Formaður Arbeiðarafloksins síðan 2002, og stórtingsmaður fyri Oslo síðan 1993. Vinnu- og orkuráðharri 1993–1996 og fíggjarráðharri 1996–1997. Stoltenberg hevur mangan nevnt móður sína sum størstu fyrimynd sína; Karin Stoltenberg hevur sagt frá, at hon ætlaði sær at vera granskari og var í holtur við at útbúgva seg innan ílegugransking, tá hon síðst í fimmtiárunum hitti Thorvald Stoltenberg og giftist honum. Tey fingu trý børn, Jens, Ninni og Camilla.

Jens Stoltenberg verður aðalskrivari í NATO; hann byrjar í starvinum tann 1. oktober 2014 og tekur við eftir danan Anders Fogh Rasmussen. Sambært vælvitandi keldum var tað týski kanslarin, Angela Merkel, sum mælti til at velja Jens Stoltenberg til aðalskrivara í NATO. Keldurnar vita eisini at siga, at Barack Obama tók beinan vegin undir við týska kanslaranum.

Sí eisini rætta

Ávísingar úteftir rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið