Jarðskjálvtin í Sendai 2011

Jarðskjálvtin í Japan var 11. mars í 2011 kl 05:46 UTC. Skjálvtin máldi 9,0 á Richter-stiganum. Jarðskjálvtin, sum var tætt við Tōhoku, hevði miðdepil einar 10 kilometrar undir havbotninum. Jarðskjálvtin kom bæði við eini stórari tsunami, ið skolaði túsundtals heim vekk og drap fleiri túsund fólk, og eisini eini stórari kjarnorkuvanlukku. Hann var fríggjadagin tann 11. mars 2011 kl 14:46 (føroyska tíð).

Eftir ein tann ógvusligasta jarðskjálvtan nakrantíð, ið hevur verið máldur Japan, vóru japanarar eisini raktir fylgjandi av ógvusligum eftirskjálvtum, eini tsunami, og sum um tað ikki var nóg mikið, eini kjarnorkuvanlukku.

Túsundtals fólk hava mist heimið, túsundtals fólk hava mist síni kæru, túsundtals fólk eru vekk í øllum rokanum, og túsundtals fólk eru deyð. Myndugleikarnir í Japan siga, at jarðskjálvtin og flóðaldan hava kravt í minsta lagi 15 554 mannalív [1]. Men myndugleikarnir stúra fyri, at nógv fleiri eru deyð. Tað vátta japansku myndugleikarnir í mars 2011. 22 598 fólk eru annaðhvørt staðfest deyð, ella eru ikki komin afturíaftur, eftir jarðskjálvtin og flóðalduna. Borgarstjórin í havnabýnum, Ishinomaki, sigur við tíðindastovuna Kyodo, at bara í Ishinomaki eru út við 10 000 fólk ikki komin afturíaftur [2].

Reyði Krossur Føroya hevði í mars 2011 fund, har tosað varð um, hvat kann gerast fyri at hjálpa Japan eftir jarðskjálvtan og flóðalduna fríggjadagin.

Keldur rætta

  1. "Archive copy". http://www.npa.go.jp/archive/keibi/biki/higaijokyo_e.pdf. Heintað 2011-07-09. 
  2. http://www.guardian.co.uk/world/2011/mar/15/japan-tsunami-petrol-food-bodies
 
Wikimedia Commons logo