Jørgen M. Olsen
Jørgen M. Olsen (14. august 1912 í Eiði - 6. februar 1986) í Vágur
Atta ára gamal flutti hann suður til Vágs, har hann gekk í barnaskúla. Farin úr skúlanum lærdi hann til skómakara hjá pápa sínum.
Hann og konan Margretha vóru ofta úti á Vágsfirði í báti og hugdu niður á botn gjøgnum ein serligan kaga. Tey funnu m.a. útav, at sildin svav við høvdinum niðureftir.
Jørgen hevði biograf í Vági í fleiri ár. Jørgen druknaði á Vágsfirði einaferð í 1986.
Hann gav út bókina Náttúrunar børn í 1982.[1] Sínum egnu børnum skrivaði hann uppalandi barnasøgur, og seinni eru tríggjar teirra komnar á prenti: »Krypilin«, 1976, »Pisuvarðin«, 1976 og »Grannaklandur« 1977.
Útgivið rætta
- 1982 - Náttúrunnar børn - Myndir úr Føroya náttúru. Children of Nature - Scenes from Faroese Nature. Naturens Børn - Billeder fra Færøsk Natur
- 1988 - Ottemandsfarerens sønner - Heinastova
- 2022 - Die färöischen Fischer - Engelsdorfer Verlag, Leipzig.
Heiðurslønir rætta
- 1983 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir