Jóna Rasmussen (f. 1946 í Tórshavn) er føroysk listakvinna. Hon er upprunaliga útbúgvin laborantur, men hevur í nógv ár verið heimagangandi húsmóðir. Hon er sjálvlærd, og hevur m.a. verið á skeiði hjá Ib Agger í 1988. Myndevnini tekur Jóna úr gerandisdegnum, ofta mynda verk hennara t.d. okkurt úr sjólívinum. Jóna undirvísir í grafiskari list í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Hon hevur sniðgivið fjarrit fyri Føroya Tele.

Framsýningar rætta

Keldur rætta

  • Joensen, Dagny: Gerandisdagurin gevur mær íblástur. Í: Tráðurin 9/2001.