Jómsvíkingar (dansifelag)
Jómsvíkingar er dansifelag í Vági, sum skipar fyri føroyskum dansi í vetrarhálvuni. Felagið varð stovnað í 1976 og eigur eini hús á Vágsvegi, har ið dansað verður, húsini eita Jómsborg.[1] Jómsvíkingar skipa eisini fyri barnadansi.[2] Jómsvíkingar hava fleiri ferðir verið uttanlands á dansiferðum. Formaður og kassameistari felagsins er Mikala í Trøðini.[3] Felagið hevur umleið 110 limir, tey flestu eru úr Vági og Porkeri. Dansifeløgini í Suðuroynni sum dansa føroyskan dans skiftast um at skipa fyri dansi, soleiðis at tað eru fleiri í tali. Tá koyra ofta bussar millum bygdirnar til dansistaðið. Eins og hini dansifeløgini hava Jómsvíkingar hildið fast við gamla siðin at tað ikki verður dansað í føstu.