Jói (frøðiheiti - Stercorarius pomarinus) er væl størri enn vanligi kjógvin. Á bakinum er hann grábrúnur; hálsurin er hvítur, gulligur niður frá vangunum; næstan allir eru bringuhvítir. Snældufjaðrarnar eru breiðari í aftara enda og soleiðis snaraðar, at tá ið fuglurin situr, liggur fremri endin av teimum flatur, meðan á aftara enda vendir annar jaðarin beint upp og hin niður. Úti á havi jagstrar hann ofta ritur; snúiligur, sum hann er, kastar hann sær ofta á liðina, og tá er snældan øll kløn at síggja; kvikur vendir hann sær á, bakið upp, og í stundini sýnist snældan at fáa ein knøtt á endan. Á land kemur hann ikki. Hann eigur einans norðuri í kuldanum. Um veturin flytur hann suður í lýggjari sjógv.

Jói

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Charadriiformes
Ætt: Stercorariidae
Slekt: Stercorarius
Slag: S. pomarinus
Stercorarius pomarinus

Sí eisini rætta

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið