Jóannes Kjølbro (føddur 1958), er ein føroyskur verkfrøðingur og rithøvundur. Hann er sonur Ewald og Gerdu Kjølbro, Klaksvík, giftur við Selmu Ranghamar. Hann vaks upp í Klaksvík, tók studentsprógv í Hoydølum 1978 og prógv sum sivilverkfrøðingur við DTU í Keypmannahavn í 1984. Síðan tók hann prógv í HD (R) við Sydjydsk Universitetscenter í Esbjerg í 1996.

Síðan 1984 hevur hann starvast sum verkfrøðingur, frá 1991 innan oljuvinnu fyri Maersk. Í hesum sambandi hevur hann arbeitt í Danmark, Singapore, Suðurkorea og Qatar og í styttri tíðarskeiðum á offshore oljuplatformum. Hann hevur skrivað nakrar greinar um tøknilig evni í samband við altjóða tøkniligar ráðstevnur. Í 2004 gav hann út skaldsøguna "Meðan sólin í eystri roðar".

Útgávur rætta

Keldur rætta