Jóannes Jakobsen

føroyskur fótbóltsvenjari

Jóannes Jakobsen (føddur 25. august 1961) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari, hann er eisini tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann hevur spælt fótbólt við HB frá barndómsárum til 1990 og síðan við ymiskum føroyskum liðum. Jóannes er hjálparvenjari á føroyska a-landsliðnum hjá monnum.[1] Jóannes er ættaður av Kamarinum í Havn og er ikki bara evnaríkur innan ítrótt, hann er eisini sangari, sangskrivari og tónasmiður og hevur útgivið trýggjar tónleikaútgávur umframt at hann er við á fleiri øðrum útgávum.

Lívsleið innan fótbólt rætta

  • 1977-1990 HB
  • 1991-92 VB
  • 1993-95 HB
  • 1995-98
  • 1999 HB
  • 2000-01 B68
  • 2002 HB (venjari, spældi nakrar dystir við næstbesta liðnum)

Landsliðsleikari rætta

Jóannes Jakobsen var ein av landsliðsleikarum Føroya, tá Føroyar av fyrstan tíð sluppu at luttaka í altjóða kappingum. Hann var liðskipari á tí fyrsta Føroyska landsliðnum, sum vann søguliga sigurin 1-0 móti Eysturríki. Hann var liðskipari á landsliðnum tey fyrstu árini. Jóannes spældi 25 landsystir fyri Føroyar frá apríl 1989 til 1993.[2]

Tónleikaútgávur rætta

  • Hvat bagir, 1990
  • Royn tínar veingir, 1995
  • Myrkursins gongumenn, 1998

Er við á hesum útgávum rætta

Uppsamlings fløgur rætta

Keldur rætta

  1. "FSF.fo, Venjarar og leiðarar". http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=541. Heintað 2012-10-19. 
  2. "FSF.fo, Landsliðsleikarar 1988 - 2012". http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=151. Heintað 2012-10-19. 
  3. Rateyourmusic.com

Slóðir rætta