Ian Lancaster Fleming (føddur 28. mai 1908 í Mayfair í London, deyður 12. august 1964 í Canterbury í Onglandi) var bretskur rithøvundur.[1] Hann var ættaður úr Skotlandi, men vaks upp og gekk í skúla í Onglandi.

Ian Fleming - bringumynd frá 2008.
Goldeneye Estate - húsini á Jamaika, har Fleming allar sínar skaldsøgur skrivaði.

Ian Fleming er best kendur fyri krimiskaldsøgurnar ella njósnaraskaldsøgurnar um bretska loyniagentin James Bond, sum hann í fimmti- og sekstiárunum skrivaði. Fleming skrivaði tilsamans fjúrtan skaldsøgur og nýggju stuttsøgur um agent 007.[2] Tá hann doyði í 1964, hevði hann longu selt fleiri enn 30 milliónir eintøk.

Útgivið rætta

James Bond

  • 1953 - Casino Royale
  • 1954 - Live and Let Die
  • 1955 - Moonraker
  • 1956 - Diamonds are forever
  • 1957 - From Russia With Love
  • 1958 - Dr. No
  • 1959 - Goldfinger
  • 1960 - For Your Eyes Only
  • 1961 - Thunderball
  • 1962 - The Spy Who Loved Me
  • 1963 - On Her Majesty's Secret Service
  • 1964 - You Only Live Twice
  • 1965 - The Man With The Golden Gun
  • 1966 - Octopussy and The Living Daylights

Aðrar bókmentir

  • 1957 - The Diamond Smugglers
  • 1963 - Thrilling Cities
  • 1964 - Chitty-Chitty-Bang-Bang

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta

  1. Fleming, Ian Lancaster, oxforddnb.com
  2. Terji Beder: James Bond íblástur úr krimisøgu í Føroyum?, dimma.fo, 8. oktober 2019
  Hendan greinin um Ongland er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana