IKEA er ein svensk handilsketa, sum er skrásett í Niðurlondum, sum selur bíligt innbúgv og búnyttur. Fyritøkan varð sett á stovn í Svøríki í 1943, tað var tann tá 17-ára gamli Ingvar Kamprad, ið stovnaði IKEA. Í januar 2008 var fyritøkan heimsins størsti møblahandil,[1] og eigarin var tá skrásettur sum ein av heimsins ríkastu persónum.[2]

IKEA í Älmhult, Svøríki
IKEA handlar eru at finna nógvastaðna í heiminum.

Seinast í 1970-árunum bar til at keypa IKEA-vørur í Føroyum. Tað var ikki ein handil sum so men meiri ein sýnisgluggi fyri IKEA-vørur, har fólk kundu hyggja og síðani bíleggja sjálvi via postordra. Ongin IKEA handil er í Føroyum.

"Góð sniðgeving skal ikki bara vera fyri tey ríku". Tað hevur í 100 ár verið hugsjónin aftan fyri deseinið hjá týska Bauhaus, danska FDB møblar og svenska Ikea. Men bara Ikea hevur megnað at selt hugsjónina til fólkið við góðum úrsliti.

Keldur rætta

  1. reuters.com, IKEA mulls joint venture with Bosnia furniture maker
  2. www.bloomberg.com
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið