Hans Jacob Højgaard

Hans Jacob Højgaard (* 11. september 1904 á Toftum - † 10. juni 1992 í Tórshavn) var ein av stóru tónaskøldunum í Føroyum í 20. øld.
Foreldur hansara vóru Daniel Jacob Højgaard, kongsbóndi á Regni og Hansine Marie Petersen úr Saltnesi.

Hans Jacob Højgaard
er eitt menniskja
Fødd(ur) 11. sep 1904
Andaðist 10. jun 1992
Starv tónaskald, lærari
Børn Elin Bjørg Højgaard
Dátuheiti
Hans Jacob Højgaard
Føddur 11. september 1904
Toftir Føroyar
Doyði 10. juni 1992
Tórshavn Føroyar
Útbúgving Lærari
Yrki Lærari / Tónaskald
Foreldur Daniel Jacob Højgaard, kongsbóndi og Hansine Marie Petersen
Børn Elin Bjørg Højgaard

Lív og virki rætta

Pápin, Dánjal Jákup, var tiltikin kingosangari og kvæðakempa. Mamman, Hansina, var systir Fríðrik Petersen próst, ið eisini var politikari og sanghøvundur.

Sum aðrir unglingar fór Hans Jacob til sjós sum 15 ára gamal í 1919. Hann tók seturskipara eksamiu í 1923, men gjørdi í 1924 av at venda sjólívinum bakið fyri at fara á læraraskúla í Danmark. Á fólkaháskúlanum í Karise gjørdist hann fyri fyrstu ferð aktivur í kórsangi.
Eftir at hava lokið læraraprógv á Jonstrup Statsseminarium, vendi Hans Jacob aftur til Føroya sum 25 ára gamal í 1929.

Hann gjørdist lærari við Tofta skúla, har hann stovnaði Toftakórið, sum hann eisini vandi til hann flutti til Havnar í 1952.
Fyrsta almenna konsertin hann hevði við Toftakórinum uttanfyri heimbygdina, var í Sjónleikarhúsinum í Havn, tann 19 desember 1937.

Hans Jacob Højgaard smíðaði hópin av nýggjum løgum til føroyskan kórsang, eins og hann setti gomul løg upp av nýggjum.

  • 1924-1925 Fólkaháskúla í Karise, Danmark.
  • 1929 Kandidatur frá Jonstrup Statsseminarium, Danmark.
  • 1929-1933 Annarlærari í Tofta Skúla.
  • 1934-1952 Fyrstilærari í Tofta Skúla.
  • 1953 - Lærari í Kommunuskúlanum í Havn.

Útgivið rætta

  • 1951 - Føroysk Songløg I (nótabók)
  • 1977 - Føroysk Songløg II (nótabók)

Tónleikur rætta

Bókmentir rætta

  • Thomas S. Anderssohn: Komponisten Hans Jákup Højgaard, et liv som traditionsbærer, nyskaber og lærer, Research Archive for Ethnomusicological Studies [RAES], Arendal 2003

Slóðir rætta