Glitnir er salur í norrønu gudalæruni. Um Glitnir stendur at lesa:

Forseti um Glitnir.

Forseti er sonur Baldurs og Nonnu Nepsdóttur. Hann eigur tann salin á himni, ið rópast Glitnir. Allir ið koma til hansara við rættartrætum, fara sættir haðani, og hesin dómstólur er tann besti hjá gudum og monnum. Tikið verður soleiðis til:

Glitnir eitur salur
stokkar av gulli,
og tektur við silvuri.
Har man Forseti
búgva flestar dagar
og loysa allar sakir.

Glitnir ímyndar týdningin av umrøðu heldur enn at brúka vald sum máti at loysa trætur í norrønari siðvenju.