Geysir liggur ikki so langt frá Reykjavík, og er eitt sera væl vitjað útferðarmál í Íslandi. Geysir er ein av teimum kendastu heitu keldunum í Íslandi, sum hevur goyst síðan 1300 talið. Men í dag er tað bert møguligt at fáa kelduna at goysa, um sápa verður latin niðurí. Men tá goysir eisini himmalhøgt, og ferðafólkini fáa tað at síggja, sum tey vildu. Grundin til, at summar av teimum heitu keldunum ikki goysa longur, er tí at fólk hava tveitt steinar og annað niður í opið, og hetta er í dag strangliga bannað. Annars eru avmarkingar at halda seg til, tá vitjað verður har, tí vandi er fyri at brenna seg av tí glóðheita vatninum, sum prutlar í hesum heitu keldunum. 100 metrar frá Geysir er Strokkur, sum eisini er ein kend goskelda, men hon er ikki so stór sum Geysir. Hon goysir tó enn av sær sjálvum, og gosið kemur 30 m upp í loft.

Geysir
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið