Geirangerfjørður (á norskum Geirangerfjorden) er ein bygd og fjørður í Noregi. Umleið 900.000 ferðafólk vitja árliga Geirangerfjorden, og tí er neyðugt við serligum átøkum at verja náttúruna og bygdina innast í fjørðinum, har bert áleið 200 fólk búgva. 157 ferðafólkaskip vitjaðu Geirangerfjorden í 2022.

Geiranger liggur við fjørðin av sama navni.
Fossarnir eita Sjey systrar.

Nógvar brattar fjallasíður eru í Geirangerfjørðinum. Tí er tað ikki óvanligt, at skriðulop eru har á leiðini.