FaroeJet var eitt føroyskt flogfelag. Tað var annað føroyska flogfelagið, tað fyrra er Atlantic Airways. FaroeJet steðgaði øllum virksemi tann 15. desember 2006 orsakað av fíggjarligum trupulleikum.

FaroeJet
IATA
F6
ICAO
RCK
Koda
ROCKROSE
Stovnað20. desember 2005
Byrjað flúgving15. mai 2006
Steðgað flúgving15. desember 2006
Flota stødd1 flogfar
Ferðamál2
HøvuðssætiFøroyar Sørvágur, Faroe Islands
LyklafólkJóhan E. Simonsen, stjóri<br\>Óli í Búrstovu
Heimasíða: http://www.FaroeJet.fo (niðurløgd)

Søga rætta

FaroeJet varð stovnað av privatum íleggjarum í desember 2005. Fyrsta flogferðin varð flogin 15. mai 2006 við einum leigaðum AVRO RJ100 millum Keypmannahavn og Vága Floghavn. Í desember 2006 fór felagið í gjaldssteðg, og steðgaði tað øllum sínum virksemi tann 1. januar 2007[1].

Tænastur rætta

Flogfelagið hevði ein Avro RJ100 við 96 setrum í einum klassa. Flogfarið fleyg millum Kastrup floghavn,Keypmannahavn og Vága Floghavn eina ferð dagliga, tó ikki leygardagar.

Floti rætta

Flotin hjá FaroeJet var hesin: [2] :

Slag Tal Skrásetingar Viðmerkngar
Avro RJ100 1 OY-FJE Leigumál flutt til Atlantic Airways

Keldur rætta

  1. '"FaroeJet gevst'", Sosialurin 18. december 2006 (krevue login)[deyð leinkja]
  2. Flight International, 3–9 October 2006

Slóðir rætta

Heimasíðan hjá FaroeJet á Wayback Machine

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið