Fótbóltssamtakið Vágar

Fótbóltssamtakið Vágar var upprunaliga stovnað 18. desembur í 1993. Felagið var tá eitt samtak ímillum tvey fótbóltsfeløg í Vágum, MB og SÍF. Í 1998 kom SÍ uppí, men teir fóru burturúr aftur í 2002. Í 2004 gjørdist greitt, at gamla samstarvið fór ikki at yvirliva. Ov nógvar ósemjur vóru millum sáttmálapartarnar í gamla samtakinum, og tað endaði við, at samstarvið fór fyri bakka. Seinni sama ár, 8. novembur 2004 var FS Vágar endurstovnað, hesuferð sum sjálvstøðugt felag. Í novembur 2007 løgdu FS Vágar 2004 og SÍ fótbóltin saman í felagið 07 Vestur. Sí eisini: Fótbóltur í Føroyum