EB/Streymur

føroyskt fótbóltsfelag
EB/Streymur
Navn EB/Streymur
Stovnað 1993
Leikvøllir Í Hólmanum
Eiði
Rúmd 1.000
Formaður Føroyar Jógvan í Skorini
Høvuðsvenjari Føroyar Sigfríður S. Clementsen
Liga Betrideildin
2023 6. pláss (Betrideildin)
Heimasíða http://www.ebstreymur.fo
Heimavøllur
Útivøllur

EB/Streymur er eitt fótbóltsfelag í Sundalagnum, sum varð stovnað í 1993 við at Eiðis Bóltfelag (EB) av Eiði (stovnað 1913) og Ítróttarfelagið Streymur (stovnað 1976) løgdu saman. Heimavøllurin var fyrstu árini á Mølini á Eiði, men frá 2006 til 2017 vóru heimadystirnir leiktir frammi við Margáir í Streymnesi. Í 2017 stóð snotiliga stadionøkið klárt í Hólmanum á Eiði, og fyrstalið leikti sínar heimadystir har í 2018 og 2019, meðan ítróttarøkið við Margáir varð umvælt. Í 2020 vóru heimadystirnir við Margáir og í 2021 aftur í Hólmanum. Avtalað er, at skifta heimavøll einaferð um árið - millum Eiði og Streymnes.

EB/Streymur var fyrstu ferð í bestu deildini í 1994, men endaði niðast, og flutti niður. Í 2001 vóru teir aftur í bestu deildini hjá monnum, og har hildu teir sær í fleiri ár, men í 2015 endaði liðið á aftasta plássi í Effodeildini og flutti niður í 1. deild. Í 2016 vann EB/Streymur 1. deild við 67 stigum og flutti upp aftur í bestu deildina, har teir hava verið síðani.

Í 2022 endaði EB/Streymur nr. 5 í Betrideildini.

Sigrar rætta

 
EB/Streymur og FC Suðuroy dystast um Løgmanssteypið flaggdagin 2010. EB/Streymur vann 4-1.
2008, 2012
2007, 2008, 2010, 2011
2011, 2012, 2013
2000

UEFA Cup, UEFA Champions League og Europa League rætta

EB/Streymur hevur fleiri ferðir luttikið í UEFA Europa League. Í 2013 komu teir víðari eftir 1. innleiðandi rundu (1. kvalifikasjónsrunda).

  • Q= Kvalifikatión (Qualification)
Tíðarskeið Kapping Runda Land Felag Heima Úti Samanlagt
2007–08 UEFA Cup 1   Finnland MyPa-47 1–1 0–1 1–2
2008–09 UEFA Cup 1   Ongland Manchester City 0–2 0–2 0–4
2009–10 UEFA Champions League Q2   Kýpros APOEL Nicosia 0–2 0–3 0–5
2010–11 Europa League Q1   Svøríki Kalmar FF 0–3 0–1 0–4
2011–12 Europa League Q2   Aserbadjan Qarabağ 1–1 0–0 1–1
2012/13 Europa League Q1   Armenia Gandzasar 3–1 0–2 3–3 (a)
2013–14 UEFA Champions League Q1   Andorra Lusitanos 5–1 2–2 7–3
Q2   Georgia Dinamo Tbilisi 1–3 1–6 2–9

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið